Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Tryggari ferðsla í Vági í morgun tímunum

8. november 2013

Vágur høvuðsvegurFerðslunevndin hjá Vágs kommunu hevur í vikuni tikið stig til at bøta um ferðslutrygdina á høvuðsvegnum gjøgnum Vág í morgun tímunum.


Fleiri dagar um vikuna avskipa stórir vørubilar vøru til handlar og fyritøkur á og við høvuðsvegin í Vági. Ávísar dagar hevur hetta ført við sær nakað av ótryggleika í tíðarskeiðinum rundan um kl. 8, tí fólk fara til arbeiðis og børn í skúla, samstundis sum stórir vørubilar standa á høvuðsvegnum og avskipa vøru.

Á fundi í vikuni avgjørdi ferðslunevndin, har løgreglan í Suðuroy eisini er umboðað, at taka málið upp við bilførarar hjá fyritøkunum, sum veita vørur til handlar og fyritøkur í morgun tímunum.

Løgreglan hevur nú havt fund við bilførarar og er avtalað gjørd um at skipa vøruavgreiðsluna soleiðis, at avskipað verður áðrenn kl. 7.30 á morgni ella eftir kl. 8.30, t.v.s. áðrenn og eftir at tann nógva ferðslan er um morgunin. Samstundis sum vørubilar har tað er gjørligt altíð brúka P-økini, tá vøra verður avskipað.

Í Ferðslunevndini hjá Vágs kommunu sita Danjal Bjarkhamar, Poul W. Augustinussen, Tórður Poulsen, og Johannes Magnussen (løgreglumaður).

 

Last modified: 8. november 2013