Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Trupulleikar við vatninum á Steinsheyggi vm

21. september 2016

Vágur-DHa

DAGFØRT: Síðan seinnapartin týsdagin hava verið nakrir trupulleikar við vatninum á Steinsheyggi, í uttasta parti av Geilini, úti í Toftalíð og út á Marknoyri.

Trupulleikin hevur ávirkað vatngóðskuna og hóast býlingurin aftur hevur vatn, so kann vatngóðskan verða ivasom inntil trupulleikin er loystir.

Arbeitt verður við málinum.

 

DAGFØRING

Seinnapartin týsdagin var ein vatnkaðal grivin av í smb. við grevstur hjá privatum. Vatnið var tá burturi í eini 40 minuttir, meðan kaðalin varð settur saman aftur. Eftir at vatnkaðalin varð settur saman aftur, hevur vatnið verið av skitið í nevnda øki.

Í dag eru brandpostar tømdir fyri at leiða skitna vatnið út. Staðfest er, at vatnið úr brandpostunum er reint á at líta.

Væntandi verður vatnið reint í hesum partinum av býnum reint aftur í leypi av degnum í dag og í morgin.

Er vatnið framhaldandi skitið fríggjadagin, verður heitt á fólk um at venda sær til Kommunuskrivstovuna á tlf. 663000.

Last modified: 21. september 2016