Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Tríggjar væleydnaðar vikur við Norrønu

12. marts 2013

VagsHavn-Norrona-10-03-2013

Í tíðarskeiðinum frá mánadegnum 18. februar til sunnudagin 10. mars røkti Norrøna Suðuroyarleiðina og sigldi tá millum Havnina og Vág.

Og nú Norrøna er givin at røkja Suðuroyarleiðina, kann staðfestast, at hesar tríggjar vikurnar hava gingið framúr gott.

Skipari og manning á Norrønu lata sera væl at Vágsfirði og atløgumøguleikunum við Vágs Havn. Tey umborð á Norrønu eru eisini sera væl nøgd við tænastuna við Vágs Havn.

Sunnudagin nýttu skipari og manning á Norrønu eisini høvi, á lítlari samkomu umborð á Norrønu fyri arbeiðsfólkunum á Vágs Havn og trygdarfólki á keiini, at takka fyri sera gott samstarv hesar tríggjar vikurnar.

Hans Jacob Bech, havnameistari á Vágs Havn, takka somuleiðis skipara og manning á Norrønu fyri hesaferð og segði, at Norrøna altíð er sera vælkomin á Vág. Havnameistarin handaði eisini skiparanum á Norrønu eina gávu frá Vágs Havn.

Hesar tríggjar vikurnar Norrøna hevur siglt millum Havnina og Vág hava 15.749 ferðafólk ferðast við Norrønu. Talið av persónbilum var 4.556, og trailarar/sleip/vørubilarnir vóru 798 í tali.

Myndirnar niðanfyri tók Reidar F. Joensen.

 

Last modified: 12. marts 2013