Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Tríggjar smáttur afturat reistar við Laksá

19. februar 2016

2016-02 Við Laksá

Seinnapartin í gjár vórðu tríggjar smáttur afturat reistar við Laksá í Vági, har smáttur / summarhús verða bygd. Umframt til ferðavinnuna, so verða smátturnar eisini brúktar í samband við Ítróttarháskúlan í Suðuroy.

Tær fyrstu fimm smátturnar eru um at verða lidnar og verða væntandi tiknar í nýtslu í mars mánað. Tær tríggjar, sum vórðu reistar í gjár, verða lidnar í apríl.

Økið er til tvær smáttur afturat. Nakað av eftirspurningin hevur verið eftir at keypa eina smáttu við Laksá, men enn er ikki avtala gjørd um tær báðar seinastu smátturnar. Áhugaði kunnu venda sær til Vágs kommunu á tlf. 663000

Last modified: 19. februar 2016