Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Tríggir námsfrøðingar settir í starv

10. april 2013

2013-03 Barnagardurin (6)

Tríggir námsfrøðingar eru settir í starv í nýggja barnagarðinum frá 1. mai 2013.

Í februar vórðu trý námsfrøðinga størv í nýggja barnagarðinum í Vági lýst leys at søkja. Umsóknarfreistin var 11. mars og tilsamans 15 umsøkjarir vóru til tey trý størvini.

Eftir viðgerð av umsóknunum er gjørt av, at seta Angelinu J. Poulsen, Vanju Mikkelsen og Anju Kjærbo eystan Á sum námsfrøðingar á nýggja barnagarðinum. Tær tríggjar leggjast afturat starvsfólkahópinum í barnagarðinum, sum tilsamans telur umleið 23 fólk.

Í nýggja barnagarðinum, sum verður tikin í nýtslu í mai, er vøggustovu, barnagarður og frítíðarskúli.

 

 

Last modified: 10. april 2013