Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Tofta Regin

Regin í Toftum ella Tofta Regin, sum hann vanliga verður nevndur, livdi í Vági umleið ár 1450. Tofta Regin var ein rættur yvirgangskroppur, herviligur gandakallur og viðgitin fyri styrki.

Les meiri um Tofta Regin undir hesum filmklippinum.

 

Standmyndin av Tofta Regin

Standmyndin av Tofta Regin er gjørd av skulptørinum og listamanninum Gianfranco Nonne, sum eru italumaður, men hevur búð í Vági í nógv ár. Niðanfyri er ein stuttur filmur um hvussu standmyndin av Tofta Regin varð tilevnað.

 

 

 

Tofta Regin

Regin í Toftum ella Tofta Regin, sum hann vanliga verður nevndur, livdi í Vági umleið ár 1450.

Tofta Regin var ein rættur yvirgangskroppur, herviligur gandakallur og viðgitin fyri styrki. Tofta Regin átti allan Toftahaga, hálvan Lambhaga og Tórishaga, ið eru næstir Sumbiar bygd, og í Hamrahaga skuldi hann eisini eiga, so at ogn hansara var ein fjórðingur av allari Vágs bygd.

Søgurnar um Tofta Regin eru fleiri, bæði um gand og beistagerðir, men serliga um hólmgongur ella bardaga í samband við trætur um hagamark, har tann, ið vann, fekk rætt.

Sambært søgnini var Tofta Regin í hólmgongu við bæði Nesbóndan (um mark millum Toftahaga og Neshaga), við Gjógarámenn (um mark millum Toftahaga og Botnhaga, sum Gjógvarmenn áttu), og millum vágbingar og sumbingar (um mark millum Vág og Sumba í Lopra).

Jakob Jacobsen skrivaði søgnina um Tofta Regin í “Færøsk folkesagn og æventyr”, 1898-1901; og skrivar Jakob Jacobsen soleiðis um hendingina, tá Tofta Regin var í hólmgongu við Regin í Hørg í Sumba um markið millum Vág og Sumba. Hendingin, sum seinni førdi við sær, at Tofta Regin rann eftir húskallinum hjá Jenis í Laðangarði, sum var á hestbaki, og sleit halafaksið úr hestinum.

 

Hólmgongan um markið millum Vág og Sumba

Nógvur dráttur var millum sumbingar og vágbingar um markið millum Vág og Sumba. Báðir partar valdu tá hvør sín mann til at gera Lopransgarð í felagi, har markið millum Vág og Sumba skuldi verða. Tofta Regin, ið var fyri vágbingar, vildi hava hann suður undir Heyggj (Sumbiarmegin), men Regin í Hørg, eyknevndur »Sumbiarkleyvin«, vildi hava hann upp í Eiðishamar (Vágsmegin). Teir sameintust so um, at hvør skuldi gera garðin frá sínum enda: Tofta Regin eystara endan og Regin í Hørg hin vestara, og so møtast á miðjuni. Garðurin kom tí at ganga uppá skák báðumegin frá, ymsar vegir snúaður, krókaður og skinklaður, og so stendur hann enn.

Men enn var stríðið ikki endað, tí báðir partar vildu ognast Lopranshólm vestan fyri Lopranseiði, har sum markaskjalið var ímillum báðar bygdirnar. Avrátt varð tá, at hólmgonga skuldi enda stríðið.

Vágbingar sendu Tofta Regin, sumbingar Regin í Hørg (»Sumbiarkleyvin«), ið tá var høvuðsmaður í Sumba. Hann átti alla Blæðingina og helvtina av vestara Lopra og fjórðingurin av Sumbiar bygd. Stórur og stimburmikil maður var hann.

Tofta Regin gav seg treyður til, tí gjógvarámaðurin hevði loypt ekka á hann, tá ið hann stakk hann. Men av tí, at Dánial við Gjógvará var deyður hálvt ár eftir tað, at hann hevði havt hólmgonguna við Regin (gandaður, hildu fólk, av honum, ið so vildi hevna seg fyri stingin), so var eingin eftir í Vági uttan Regin, ið tordi at meta mátt sín ímóti Sumbiarkleyvini. Vágbingar lovaðu honum fjórðing av Lopranshólmi og eggjaðu hann so til hólmgonguna.

Dagin eftir jóansøku gingu báðir saman at glímast í Lopransdali; men áðrenn teir vóru áfastir, var eftir bøn Tofta Regins Regin í Hørg rannsakaður, um hann hevði knív ella annað drepandi vápn uppi á sær. Fýra sumbingar og fýra vágbingar vóru hjástaddir sum vitni. Leingi bardust teir, tí báðir vóru nakað javnir bæði til styrki og til fótfimleika. Aðrahvørja syftu átti hvør teirra. Sólin var gingin um eina hálva økt, og enn ivaðust menn í, hvør ið mundi fara at vera við yvirlutan. So gjørdi Sumbiarkleyvin eina syftu, men tað var alt í senn, at hin syfti aftur ímóti og maktaði syftuna. Sumbiarkleyvin fór øvigur um eina túgvu og Tofta Regin omaná. Ikki vildi hin fyrri tó fallast á, at hann var løgliga vunnin, tí — segði hann — sjónin gekk frá honum, í tí at hann syfti, og tað var av gandi Tofta Regins; men Tofta Regin segði, at tað kom bert av tí, at mátturin bilaði honum; hann var útlúgvaður — tí fell hann.

So varð Lopranshólmur dømdur vágbingum til. Men so pøstur var Regin av hesum bardaga, at hann gjørdi hilniseið uppá, at hann skuldi ikki nema mann aftur uttan eingjargarðin. So skarpt hevði hann fingið.

 

Søgan um Tofta Regin og húskallin á hestbaki

Stutt eftir hetta kom ein biddaraflokkur til Tofta. Teir bóðu Regin um olmussu og hildu seg eiga hana heimila, av tí at teir høvdu heitt á halga verjara teirra í himli og biðið um sigur fyri hann, og gingið hevði eftir bøn teirra. Men Regin, sum var neyvur og tað við lít, illbrýnskaðist við og svór, at hvørki hevði hann givið ella vildi nakrantíð geva olmussu. Tá segði ein av biddarunum, at tann, sum ráddi fyri øllum, hevði vald á tí, um hann vildi, at gera hann so fátækan onkuntíð, at hann vildi vera fegin at tiggja olmussu. Tá var Regin reint í fluktini og legði dýrt við, at hann skuldi hvørki geva ella tiggja olmussu á sínari ævi; ella skuldi hann eita orðloysingur og meinsvorin.

Regin í Hørg átti ein son, sum æt Jenis og búði í Laðangarði. Trý ár eftir tað, at faðirin hevði ligið undir í hólmgonguni, hevði hann gift seg. Ólíkur var hann pápanum í skapi, hevði ikki góða muru og var út av lagi hevnisamur. Hann stundaði tí nógv á at hevna tap faðir síns uppá Tofta Regin. Tá ið hann frætti um biddararnar og heitstreingi Regins, hugsaði hann, at nú skuldi hann sæta honum.

Ein dagin um heystið høvdu sumbingar verið á fjalli at taka skurð, og Jenis hevði fingið nógvan seyð. Hann orðaði tá við húskallar sínar og segði, at tann av teimum, sum vildi taka ein av geldseyðunum, ið lógu á roykstovugólvinum, fara við honum sama kvøld til Tofta Regins og bera tey boð, at hetta var olmussa frá Jenisi í Laðangarði, skuldi fáa í løn fyri hesa gerð tann besta geldseyð, á gólvinum lá, og har afturat vinskap sín.

Tá stóð ein av húskøllunum, ið nakað gjøðin var, fram og segði, at um húsbóndin vildi læna honum hest sín, skuldi hann hætta á tað váðaverkið. Jenis eftirlíkaði honum og læt hann fáa hestin. Hesin hestur var so einstaka góður og hartil so væl vandur, at Jenis kundi, tá ið hann sat á bakinum á honum, taka hvat seyð hann vildi, um tað so var tann versti vargaseyður; hesturin tók seyðin og helt honum ímillum frambeinini, til Jenis var farin av baki og hevði fingið í hann.

Tað var seint á kvøldi, tá ið húskallurin kom til Tofta. Hann bindur hestin vestan fyri húsini, ”vesturi á Fløtti”, og fer so inn við geldseyðinum á baki. Liðið er um nátturðamála og komið at niðurfaringartíð.

Regin hevur etið nátturða og latið seg úr hosum og brókum. Hann situr nú í berari stúku á eldbríkini og gleivar uppi yvir eldinum við fótunum á grúgvusteininum til at verma seg. Sumbingurin kemur inn fyri gáttina, blakar seyðin á roykstovugólvið og sigur: ”Húsbóndi mín, hin navngitni Jenis í Laðangarði, hevur frætt, at tú, Regin, hevur strongt tað heiti ikki at geva ella taka olmussu; til tess at tú nú kanst vera bæði orðloysingur og meinsvorin, sendir hann tær henda geldseyðin í olmussu.”

Sumbingurin brá sær við, tá ið hann hevði sagt hetta, og var úti av durunum alt fyri eitt og uppi á hestinum. Regini var dátt við í fyrsta bragðinum; hann sat sum í ørviti eina pinkulítla løtu. So leyp hann upp, skræddi seg í brøkurnar og sprakk á dyr algoystur eftir sumbinginum, sum tá var komin mitt ímillum Toftahúsini og Hvanndalshúsini.

Birgur var hin gamli enn og fótfimur, tó at hann var væl við aldur, og slík var bræðin á honum, at hann leyp hestin aftur. Vestur um bygdina fóru teir, eftir sandinum – tá var skamt ímillum teirra – og tá ið hesturin skuldi leypa um Ósagarð, sum tá var bøgarðurin í Vági, var Regin so nær, at hann treiv um halafaksið á honum. Hesturin leyp, men Regin setti báðar føtur í spenni ímóti garðinum og strongdi á so fast, at hann sleit faksið útúr og datt øvigur aftur við tí í hondini.

Hesturin stoyttist eftir høvdinum út um garðin, og húskallurin rendist beint framav. Í somu stund mintist Regin á eiðin, ið hann hevði svorið, og rópaði eftir honum: ”Bannaður verði tú, illgerðarmaður! Ikki skuldi tú borið boð í býggj, hevði eg ikki svorið hilniseið ikki at nema mann aftur uttan eingjargarðin.”

Tá ið Regin kom heim aftur í Toftir, var hann so alrasin og ovursintur, at hann bangaði geldseyðin, morðaði hann sundur og tveitti hann út fyri dyr. Síðan dró hann hýr á seg og gekk og hímaðist, legðist so av lungnasótt og beið ikki bót.

Tofta Regin doyði á Pætursmessu; summi søgdu, at hann varð sjúkur av tí, at hann iðraði seg so ógvuliga um tær neisur, ið honum vóru vunnar; men summi søgdu, at tað kom bert av tí, at hann hevði runnið ov hart.

Og her endar søgan um Tofta Regin.

 

Myndir