Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Tøma tunnuna við matleivdum týsdagin

6. juli 2020

Týsdagin 7. juli 2020 verða tunnurnar við matleivdum aftur tømdar.

Sum kunnugt verða matleivdinar gjørdar til sanktutøð (kompost) í kommunalari skipan.

Matleivdirnar verða blandaðar við tøð og træspónir í fiskakassum, og royndirnar higartil eru sera góðar. Nú umleið 6 vikur eru síðani fyrsta “blandingin” varð gjørd, er hitin omanfyri 60 hitastig í onkrum av kassunum, og hetta vísir, at tað er gongd í komposteringini.

Last modified: 6. juli 2020