Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Tøma tunnina við matleivdum týsdagin

25. maj 2020

Týsdagin 26. mai 2020 verða tunnurnar við matleivdum tømdar. Sigast kann, at hetta er ein søguligur dagur, tí hetta er fyrstu ferð, at ein kommuna í Føroyum skipar fyri innsavning av matleivdum / lívrunnum tilfari, sum verður gjørt til sanktutøð (kompost) í kommunalari skipan.

Tey umleið 35 húsarhaldini, sum eru við í royndar-verkætlanini, fingu fyri 3 vikum eina tunnu (at hava úti), eina ruskspann (at hava inni) og maisposar (sum upploysast í náttúruni). Tunnan við matleivdum verður tømd 3. hvørja viku, og fyrstu ferð er týsdagin 26. mai.

Matleivdinar verða gjørdar til sanktutøð (kompost) í kommunalari skipan við íblástri frá royndum í grannalondum okkara, har matleivdirnar verða blandaðar við tøð og træspónir. Við jøvnum millumbiðlum verður rivið runt í blandingini og eftir umleið 6 mánaðum er hetta vorðið til sankutøð.

Í royndar-tíðarskeiðinum verða gjørdar nógvar ymiskar skrásetingar, m.a. av vekt av innsavnaða tilfarinum, skráseting av hita og øðrum í blandingini av matleivdum, tøðum og træspónum, og hvussu langa tíð processin tekur.

 

Klistrimerkið og maisposar

Tá farið verður runt at tøma svørtu tunnurnar, fáa húsarhaldini eitt lítið klistrimerkið, sum skal setast á lítlu spannina, sum tey hava inni. Leggjast kann afturat, at maisposar verða bornir til húsarhaldini næstu ferð tømt verður.

Last modified: 25. maj 2020