Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Tøma tunnina við matleivdum týsdagin

16. juni 2020

Týsdagin 16. juni 2020 verða tunnurnar við matleivdum tømdar og í dag fáa húsarhaldini eisini nýggja rullu við maisposum.

Sum kunnugt verða matleivdinar gjørdar til sanktutøð (kompost) í kommunalari skipan við íblástri frá royndum í grannalondum okkara, har matleivdirnar verða blandaðar við tøð og træspónir. Við jøvnum millumbiðlum verður rivið runt í blandingini og eftir umleið 6 mánaðum er hetta vorðið til sankutøð.

Í royndar-tíðarskeiðinum verða gjørdar nógvar ymiskar skrásetingar, m.a. av vekt av innsavnaða tilfarinum, skráseting av hita og øðrum í blandingini av matleivdum, tøðum og træspónum, og hvussu langa tíð processin tekur.

 

Last modified: 16. juni 2020