20. sept. 2019 varð sent út kókitilmælið, tí bakteriur vórðu staðfestar í drekkivatninum frá Vágs kommunu. Nýggjar vatnroyndir eru tiknar og av somu orsøk verður nú tillaging gjørd í kókitilmælinum.
Brúkarar á Nesi verða framvegis bidnir um kóka vatnið, meðan aðrir brúkarar ikki skulu kóka vatnið.
Nýtt reinsiverk til Brekkugerðar Vatnfelag
Kókitilmælið fyri brúkarar í gamla Brekkugerðar Vatnfelag stendur tó við. Skoytast kann uppí, at reinsianlegg er bílagt og gongst sum ætlað, so verður reinsiverkið sett upp í november.
Brekkugerðar Vatnfelag fevnir um hetta økið:
Last modified: 30. september 2019