TT

Gestirnar á Ocean Nova hugtiknir av Vágsbygd

09.06.2026

Í gjár vitjaði ferðamannaskipið Ocean Nova við 66 ferðafólkum umborð, og umstøðurnar kundu ikki verið betri. Veðrið var av tí besta, og Vágsbygd vísti seg frá sínari allarbestu síðu.

Ferðafólkini komu í land klokkan 13:30, har tey vórðu móttikin við føroyskum dansi saman við Jómsvíkingum. Síðani fóru tey á gongutúrar vestur á Vágseiði og niðan á Eggjarnar saman við lokalum ferðaleiðarum.

Eftir túrarnar vóru Ruth Smith Savnið og Sluppsavnið opin fyri gestunum, umframt at fleiri luttóku í ølsmakking hjá Biskupskeldu og VáXøl.

Hóast náttúran, søvnini og ølsmakkingarnar gjørdu stórt inntrykk, var tað eisini blíðskapurin hjá fólkunum, sum ferðafólkini tosaðu um. Ein av gestunum spurdi enntá, hvat hetta var fyri eitt fólkaslag, sum búði her, tí hon hevði ongantíð upplivað slíkan blíðskap áður.

Fleiri løgdu eisini merki til, at hetta er eitt stað, har fólk ansa eftir hvørjum øðrum, og at børn tí kunnu spæla frítt úti á ein hátt, sum ferðafólkini ikki síggja hvønn dag.

Ocean Nova loysti frá landi aftur klokkan 19:00, og vóru fleiri ið tímdu illa avstað, tí tey merktu, at tey ikki vóru liðug at uppliva Vág.

Tey høvdu nevniliga ikki bara upplivað vakra náttúru og góðar upplivingar, men eisini fingið eitt innlit í tað, sum ger Vágsbygd til eitt serligt stað.



Deil á facebook