
Kongshjúnini vitja Vág
09.06.2025
Tórsmorgunin klokkan 10.00 verður almenn móttøka á djúphavnini, tá ið kongshjúnini vitja Vág. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Tórsmorgunin klokkan 9.45 leggur kongsskipið Dannebrog at á djúphavnini, og klokkan 10.00 koma kongshjúnini í land. Borgarstjórin tekur ímóti Frederik kongi og Mary drotning og heldur røðu. Eftir røðuna heilsa kongur og drotning upp á býráðslimirnar og fjøldina, sum er komin oman á djúphavnina.
Skráin í Vági er hendan:
- Klokkan 09.45: Kongsskipið Dannebrog leggur at í Vági.
- Klokkan 10.00: Kongshjúnini fara í land. Vágs Kommuna hevur almenna móttøku, har borgarstjórin heldur røðu og navngevur býráðið.
- Klokkan 10.15: Farið verður við bili til FabLab í skúlanum.
- Klokkan 10.20: Vitjað verður á FabLab í Vágs skúla.
- Klokkan 11.00: Farið verður við bili til Vágseiði, har kongshjúnini hitta lærarar og fyrrverandi næmingar á Ítróttaháskúlanum.
- Klokkan 12.55: Borgarstjórin er vertur fyri miðmála á Hamragarði. Kongshjúnini eta miðmála saman við eldri búfólki.
- Klokkan 14.05: Farið verður við bili úr Vági til Fámjins.
Øll eru hjartaliga vælkomin til almennu móttøkuna klokkan 10.00 á djúphavnini.