TT

Vágs Kommuna á Jobmatch

07.12.2022

Tann 29. desembur eru okur í Norðurlandahúsinum, tá stóra starvsstevnan Jobmatch verður.

Vágs Kommuna ynskir at fáa avtalur við lesandi og útisetar, sum kunnu koma í starvsvenjing hjá okum ella skriva verkætlanir saman við okum. Á Jobmatch umboða okur eisini vinnulívið í Vági, sum fegin vil samstarva um skrivligar og verkligar verkætlanir, og bjóðar eisini møguleika fyri starvsvenjing.

Endamálið við Jobmatch er at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og lesandi, nýútbúgvin og útisetar sum heild. jobmatch.fo

Á okra heimasíðu ber til at lesa meira um okra luttøku á Jobmatch. Á síðuni eru uppgávur, sum kundu verið áhugaverdar at samstarva við okum um. Lesið meira her.

Okur eru á basið 21 og til reiðar at taka eitt prát við áhugaði. Og øll, sum vitja okra bás, eru við í lutakastinum um eitt uppihald á BRIM B&B fyri tvey í eina nátt.


Deil á facebook