TT

Ung í Vági gera jólagávur til eldra ættarliðið

18.11.2022

Tað merkist eisini í Ungdómshúsinum at jólini eru í hond. Har hava tey ein heilt serligan jólasið - tey ungu gera jólagávur til eldru borgararnar í Vági, sum eru farin uppum 80 ár.

Tey ungu hava seinastu tíðina hugna sær saman við at gera einglar, sum tey so fara at bera út til tey eldru. Hetta er ein hugnaligur siður, sum tey eldru eisini gleðast um.

Hesi jólini eru 7. árið á rað, ið Ungdómshúsið ger jólagávur til okra eldru borgarar. Vágs Kommuna er sera glað fyri hetta átak og takkar hjartaliga Ungdómshúsinum fyri, at tey hugsa um okra eldru borgarar, og vilja gleða hesi við eini gávu jólum.


Deil á facebook