TT

Heimasíðan tekur nú atlit til sjónveik

27.09.2022

Í oktober í fjør fekk Vágs Kommuna nýggja heimasíðu. Nú er síðan víðari ment, so hon tekur atlit til sjónveik.

Heimasíðan hjá Vágs Kommunu er miðdepilin í samskiftinum hjá kommununi. Heimasíðan er eisini staðið, har borgarar og vitjandi kunnu fáa kunning um ymisk viðurskiftir, sum kommunan varðar av. Og fyri at gera tað lættari hjá borgarum, sum eru sjónveikir, so er nýggj accessibility-funka ment til heimasíðuna.

Í høgru síðu er ein kassi, sum loyvir vitjandi at broyta støddina at tekstunum og kontrastin. Við at trýsta á TT knøttin, so ber til at økja um støddina. Hálv fylti rundingurin er ein knøttur, sum ger at kontrasturin á ymsu lutunum gerst skarpari.

Vágs Kommuna vónar, at hesar funkur eru viðvirkandi til, at enn fleiri fáa gleði av heimasíðuni og fáa betri atgongd kunningina, sum liggur á síðuni.


Deil á facebook