TT

ABC vikan í Vági

26.09.2022

Í næstu viku verður ABC vikan skipað í ymsum kommunum og stovnum kring landið. Í Vági verður eisini skipað fyri ABC viku.

Vágs Kommuna er samstarvsfelagið hjá Fólkaheilsuráðnum um verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu, og hevur verið tað síðani 2017. Hetta samstarv gevur kommununi amboð at arbeiða við, sum eru til gagn fyri trivnað og heilsuná hjá borgarum. Samstarvið hevur givið kommununi tiltøk sum rørslu fagna, Virkin Vágur og ABC vikan, fyri at nevna nøkur. Í ár er ABC vikan frá 3. til 9. oktober og temaði í vikuni er “raðfestið sálarligu heilsuna”.

Í ABC vikuni í Vági verða ymisk almenn tiltøk fyriskipaði. Nevnast kunna Fyrilestur um skíggjaráðini, Námskvøld, Ókeypis svimjing í Páls Høll og opin bogaskjóting.

Skráin kann lesast og takast niður her. Og ymsu støðini, har tiltøkini verða fyriskipaði, lýsa nærri við tiltøkunum.


Deil á facebook