TT

Hugnaligur eldradagur í Vági leygardagin 1. oktobur

19.09.2022

Leygardagin 1. oktobur er altjóða eldradagur, og klokkan 11 henda dag verður eisini skipað fyri eldradegi í Vági. Talan er um eina hugnaliga løta í VB húsinum við felagssangi og harmonikutónleiki og løttum framløgum. Tað er Vágs Kommuna sum skipar fyri degnum, ið er fyri borgarum sum eru 60 ár og eldri.

Á eldradegnum kemur Matstovan Garðslon at borðreiða við løttum ábitið, og umboð frá býráðnum verða til staðar á degnum. Hilmar í Lágabø hevur harmonikuna við og Orðið á Borðið luttekur við sangi. Sámal Midjord frá Frelsunarherinum kemur at greiða frá um Heimaforbundið og Orðið á Borðið. Eisini kemur Arnfinnur Thomasen at greiða frá, um hendingina tá trolarin frá Hull, Girdlensess, gekk burtur við mann og mús vestan fyri Fámjin í 1931.

Dagurin endar kl 14.00.

Tey sum ynskja flutning til VB húsið og heim aftur, kunnu venda sær til Miðlatún á telefon 23 93 90.


Deil á facebook