TT

FM1 og Voxpop hoyrist í Vági

08.08.2022

Nú ber til at hoyra útvarpsrásirnar FM1 og Voxpop í Vági.

Fyrr í ár fekk Vágs Kommuna umbøn frá útvarpsrásini Miðlar um stuðul til keyp av útvarpssendara. Miðlar ynsktiat seta útvarpssendara upp í Vági, so at borgarar í Vági kundi hoyra rásirnar FM1 og VoxPop, sum ikki hava verið at hoyrt í Suðuroynni áður. 

Nú um vikuskiftið hava fólk frá Miðlum verið í Vági og sett útgerðina upp, og longu í dag kunnu vágbingar hoyra FM1 og VoxPop. FM1 sendir á frekvens 93,5 og VoxPop er at hoyra á frekvens 94,1.

Vágs Kommuna gleðist um, at vágbingar hava fingið møguleika at hoyra FM1 og VoxPop.


Deil á facebook