TT

Evi Tausen á Ljósfest

04.08.2022

Okra egna countrystjøra Evi Tausen, verður at hoyra á pallinum til Ljósfestina leygardagin, 13. august.

Evi kom fyrstuferð alment fram í 2010, og hevur útgivið tríggjar útgávur.

Hon hevur vunnið fleiri altjóða tónleikaheiðrar gjøgnum árini. Og hon hevur innspælt og sungið saman við fleiri av kendastu countrystjørnum bæði herheima og eitt nú í Nashville.

Evi hevur m.a sungið við sínari heilt serstaku vøkru rødd til sangin hjá Jim Revees He´ll have to go og ikki minst hennara egna Blue Radio.

Hinvegin toppaði Evi í 2013 við sanginum Oh, How I Miss You Tonight har Evi singur saman við Jim Ed Brown, og kom til eitt 5 plássið til Pan-European TOP-100 Radio Chart, sum er European Country Music Association. Sum er sera høgt støði innan country.

Annars eru útgávurnar hesar: 

  • 2015 - Make Life A Dance, CD
  • 2011 - Evi - Wishing Well, CD
  • 2010 - How´s the world treating you

Evi hevur havt framúrskarandi tónleikarar við sína lið gjøgnum árini, eitt nú Jákup Zachariasen, Jens Marna Hansen og Pætur við Keldu.

Okur gleða okum nógv at síggja og hoyra Evi leygardagin 13. august í Vági.

 


Deil á facebook