Elverkið í Botni er opið á Ljósfest

01.08.2022

Í samband við mentanardagin Ljósfest, so hevur SEV opið fyri almenninginum á elverkinum í Botni.

Tað var tann 18. juli 1921, at elverkið í Botni varð tikið í nýtslu og tað var eisini í hesum sambandi, at upprunaligi Ljósfesturin bleiv skipaður í Vági, hetta sama árið.

Í fjør varð skipað fyri Ljósfest í Vági í samband við, at elverkið í Botni gjørdist 100 ár. Og tá blivu hølir í elverkinum ruddað og gjørd soleiðis, at SEV kundi vísa fram gamlir lutir frá 100 ára gomlu søguni hjá elverkinum. Hesi hølir og nógvu lutirnir kunnu almenningurin síggja, tá SEV hevur opið hús á Ljósfestini. Vegurin til Botn bleiv eisini asvalteraður í fjør, so gott er at koyra oman í Botn.

Elverkið er opið leygardagin 13. august millum klokkan 14.00 og 17.00.