TT

Vágs kvøldskúli hevur framsýning

12.05.2022

Framsýningin hjá Vágs kvøldskúla í fimleikarhøllini fríggjadagin 27. mai. Framsyning av handaliga tilvirkaðum lutum, tað er veving og glaslist, verður í Fimleikarhøllini í Vágs Skúla.

Næmingar, sum hava gingið til dugnaskapsskeið, fáa prógv handað, og tey sum hava gingið til ættargransking sýna fram ættartalvur. Framsýningin er opin fríggjadagin 27. mai frá kl. 15.00-17.30.

 

Skráin fyri dagin er hendan:

Kl 15.00 Framsýningin er opin

Kl 15.20 Karin Brattaberg flytur fram røðu

Kl 15.30 Prógvhandan til næmingar, sum hava tikið Dugnaskapsskeið

Kl 16.00 Kórið Ljómur syngur

Kl 16.45 Linedans

Kl 17.30 Letur framsýningin aftur.

 

Kaffi/te og kakur kann keypast í auluni.



Deil á facebook