TT

Kom í talgildi í Vági

09.05.2022

Hevur tú brúk fyri hjálp til at samskifta talgilt?

Alsamt størri tørvur er hjá okkum øllum at kunna samskifta talgilt og avgreiða síni viðurskifti á netinum. Í tí sambandi vil Vágs Kommuna hjálpa teimum, ið hava ringt við talgildu tøknini.

Okur bjóða øllum, ið eru yvir 60 ár til kunningarfund um talgilding, har okur seta sjóneykuna á, hvussu okur brúka nýggju tøknina.

Kunningarfundurin verður:

Hvar: VB Húsinum

Nær: 11. mai 2022 kl. 12.30-14.30

Umboð frá Talgildu Føroyum fara at veita hjálp til at brúka Samleikan og Vangan. Stig fyri stig vegleiða tey, hvussu tú fært Samleika appina niður á fartelefon ella teldil og skrásetur teg. Tey, og umboð frá Suðuroyar Sparikassa, vegleiða eisini um, hvussu tú ritar inn á Vangan og Netbankan. Eisini fært tú kunning um møguleikarnar, ið eru á Vanganum.

Øll áhugaði eru vælkomin. Okur viðmæla, at tú hevur telefon ella iPad við tær. Um tú ikki hevur Samleikan, fært tú hjálp at skráseta teg á kunningarfundinum. Minst til at hava pass ella koyrikort við tær.


Deil á facebook