TT

Heilsuátakið Virkin Vágur verður aftur í ár

04.01.2022

Væl eydnaða heilsuátakið Virkin Vágur verður endurtikið í 2022. Fyrsta februar fer Virkin Vágur av bakkastokki, og eins og í 2021, so er talan um ein heilan mána við heilsuátøkum og har heilsan verður sett í miðdepilin.

Í fjør skipaði Vágs Kommuna saman við ítróttafeløgum, einstaklingum og Fólkaheilsuráðnum fyri heilsuátakinum Virkin Vágur. Átakið var sera væl móttikið og ynski frá borgarum var, at átakið skuldi verða aftur. Hetta eftirlíkar Vágs Kommuna og skipar fyri Virkin Vágur 2022.

Virkin Vágur byrjar fyrsta februar og høvuðsendamálið við Virkin Vágur er tað sama – sjóneykan verður sett á heilsuna hjá borgarum í Vági. Hetta verður gjørt við, at kommunan, felagsskapir og einstaklingar í Vági skipa fyri almennum heilsuátøkum. Talan er bæði um rørsluátøk og átøk fyri sálarligu heilsuna. Ynski er, at hvør borgari hugsar um heilsuna og ger tað, sum hóskar viðkomandi. Tað er upp til hvønn einstakan, um viðkomandi setur sær stór mál og venur í móti hesum ella bert ert virkin 10 minuttir meira um dagin.

Enn eru nakrar vikur til Virkin Vágur byrjar, men longu nú kann upplýsast, at nógv rørslutiltøk verða. Áhugaverdir fyrilestrar og ymiskar kappingar verða eisini allan februar.


Deil á facebook