TT

Okur sóknast eftir jólamyndum úr Vági

03.12.2021

Hevur tú eina jólamynd, sum er tikin í Vági? Vágs Kommuna sóknast eftir jólamyndum, sum eru tiknar í Vági ella kring Vág og sum kundi hóska til jólaheilsanina ella kunningartilfar frá Vágs Kommunu.

Í leinkini niðanfyri ber til at senda inn myndir, sum Vágs Kommuna kundi brúkt. Í frymlinum í leinkjuni skalt tú upplýsa, hvør eigur myndina, at tú hevur øll loyvir og at tú gevur Vágs Kommunu rætt til at brúka myndina til ymist kunningartilfar. Eisini verður tú biðin um, at upplýsa møguligan kostnað á myndini. Myndatakarin verður krediteraður fyri myndina, har tað er møguligt.

Vágs Kommuna skilar sær rættin til at velja myndirnar og setir seg í samband við eigararnar av útvaldu myndunum.

Send tína mynd inn her.

 

Mynd: Bjartur Vest

 

 


Deil á facebook