TT

Jólaskráin er tøk

23.11.2021

Jólini nærkast í hvørjum og tað sæst aftur í tí, sum kemur at fyriganga í Vági tær komandi vikurnar. Fram til jóla eru alskyns tiltøk og hendingar, sum koma at fjálga um hugnaligu tíðina.

Aftur í ár er skrá gjørd, sum gevur borgarum í Vági og fólki, sum ætla at vitja Vág, møguleika at fáa eitt yvirlit alt, sum kemur at henda í Vági fram til jóla. Harumframt er gjørt eitt yvirlit yvir upplatingartíðir hjá handlum og matstovum í Vági millum jóla og nýggjárs. Eisini fæst at vita, hvar fýrverk til nýggjárið verður selt.

Skráin er talgild, so um fleiri tiltøk verða, so er bert at boða Miðlatúni frá á telefon 23 93 90 ella info@vagur.fo. Eisini verður tikið hædd fyri, at møguligar broytingar verða orsaka av koronastøðuni.

Skráin sæst her.


Deil á facebook