TT

Fyrilesturin við Gitte Klein útsettur

23.11.2021

Fyrilesturin við Gitte Klein um foreldraleikluturin í hesum talgildu tíðum, sum skuldi verða i ABC vikuni í Vági, er útsettur. Fyrilesturin hevur havt stóran áhuga millum foreldur og fólk, ið hava við børn, í oynni, og tí harmar tað okum, at fyrilesturin ikki verður í ár.

Ynski er, at bjóða øll, sum hava áhuga, fáa møguleika at hoyra fyrilesturin hjá Gitte Klein, men orsaka av óvissu støðuni í samfelagnum, so er ikki ráðiligt at hava fyrilesturin.

Væntandi verður fyrilesturin fyrst í 2022. Nærmari kunning kemur seinri.


Deil á facebook