TT

Manglar tú eina bók?

24.11.2021

Býarbókasavnið í Vági hevur eitt breitt úrvæl av bókum, bæði skaldsøgur, bygdasøgur, krimi, yrkisbøkur, yrkingasøvn, ljóðbøkur og barnabøkur. Okur keypa nýggjar føroyskar bøkurnar, so hvørt sum tær koma út. Okur keypa javnan inn av øðrum bókum, so úrvælið fevnir breitt.

Veit tú av, at tú kann fara inná bokasavn.fo, og leita í okkara skipan eftir eini bók? Á forsíðuni sær man eisini nakrar av teimum nýggjastu bókunum, sum okur hava fingið.

Á facebook vanganum hjá Miðlatún, leggja okur javnan uppsløg út, tá nýggjar bøkur eru komnar. Eisini hevur býarbókasavnið lániteldur, og tað ber til at prenta út, skanna ella avrita. Og okur vegleiða gjarna.


Deil á facebook