Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Tíðindaskriv: Koppsetting í móti Covid-19

13. september 2021

Týsdagin 14. septembur og ónsdagin 15. septembur fara heilsustarvsfólk runt Suðuroynna at bjóða øllum, ið eru eldri enn 12 ár, at verða koppsett ímóti Covid-19.

Koppsetingartoymi fer at koppseta hesar tíðir:

Týskvøldið 14. septembur:

Kl. 18:00: Sumba, Kommunuskrivstovan

Kl. 19:00: Lopra, bygdarhúsið

Kl. 20:00: Vágur, Miðlatún

Kl. 21:00: Porkeri, Húsið við Á.

Ónskvøldið 15. septembur

Kl. 18:00: Sandvík, Ranhøll

Kl. 19:00: Hvalba, skúlin á Vilsnabrúgv

Kl. 20:00: Hov, bygdarskúlin

Kl. 21:00: Fámjin, Vesturhøll.

Koppsetingarfólkini hava sjúkrabil við, so tað er lættari hjá fólki at síggja, hvar í bygdini koppsetingin fer fram.

Øll eru vælkomin at møta upp og lata seg koppseta, tað er ikki neyðugt at siga frá áðrenn.

Gevið gætur – tað skulu verða 21 dagar millum fyrra og seinna prikið. Er talan um seinna prikið, skal gula koppsetingarkortið takast við.

Last modified: 13. september 2021