Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Teldur til næmingar í Vágs Skúla

4. november 2019

Allir skúlanæmingar í Vágs Skúla frá 4. til 10. flokk hava nú fingið teldur frá Vágs Skúla og er hetta liður í framhaldandi menning av tilboðnum til skúlanæmingar í Vágs Skúla.

Teldur eru eitt týðandi arbeiðsamboð í nútíðarsamfelagnum og er eisini vorðin eitt týðandi amboð í fólkaskúlanum. Og fyri at tryggja, at allir næmingar hava skúla-amboð, sum eru javnt góð, hava vit í samráð við skúlan gjørt av at keypa teldur til allar næmingar frá 4. til 10. Flokk, sigur Eydis Kjærbo, forkvinna í Mentunarnevndini hjá Vágs kommunu

Ein týðandi liður í at børn og ung hava ein góða uppvøkstur er, at tey trívast og hava tað gott í skúlanum. Og vit hava saman við skúlaleiðsluni arbeitt miðvíst við at menna tilboðini til skúlanæmingar í Vági, og játtan til keyp av teldum til næmingarnar er ein liður í hesum, sigur Eydis Kjærbo, forkvinna í mentunarnevndini hjá Vágs kommunu.

Næmingarnir hava fingið útflýggja teldurnar og hava goldið eitt depositum fyri teldurnar, sum næmingarnir fáa aftur, tá teldan verður latin inn aftur.

 

Last modified: 4. november 2019