Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Tekniskur leiðari til Vágs kommunu

25. august 2021

Vágs kommuna søkir eftir Tekniskum leiðarar at byrja skjótast tilber.

Leiðarin hevur dagligu leiðsluna av Teknisku deild hjá Vágs kommunu og verður skrivari hjá Teknisku nevnd og hjá Havna nevndini.

 

Arbeiðsuppgávurnar verða m.a. hesar:

  • tilrættalegging og stýring av kommunalum uppgávum
  • býar- og byggiplanlegging
  • málsviðgerð, ráðlegging og ráðgeving
  • prosjektering og eftirlitsarbeiði
  • uppmáting, kortlegging og skráseting

 

Kommunan ynskir, at tú:

  • hevur viðkomandi útbúgving á økinum so sum verkfrøðingur, teknisku teknari, maskinmeistari e.t.
  • hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur góðan telduførleika og dugur at brúka skrivi- og tekniforrit
  • hevur góð samskiftisevnir, bæði munnliga og skrivliga
  • hevur góð samstarvs- og tillagingarevni og dugir væl við viðskiftafólki

 

Lønar- og setanarviðurskifti:

  • Starvið er fulltíðarstarv og hevur tilvísing til borgarstjóran
  • Starvið verður sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.

Vágs kommuna skilar sær rætt til at velja millum umsóknirnar ella onga at taka.

Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um lívsroyndir verða í seinasta lagið 20. september 2021 kl. 12:00 at senda til:

Vágs kommunu

Vágsvegur 30

FO-900 Vágur

Teldupost: vagur@vagur.fo

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Petry H. Mortensen, býráðsskrivara á tlf. 733008.

Last modified: 25. august 2021