Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Takkaðu Henrikku Joensen 11. apríl

13. april 2014

Mottoka Henrikka Joensen

Dennis Holm, borgarstjóri flutti fram røðu, tá móttøka var fyri Henrikku Joensen, sum nú fer frá vegna aldur í Vágs Býarbókasavni.

17. mai í fjør hevði Henrikka verið 30 ár í starvi hjá Vágs kommunu. -Um ein góðan mánað eru tað sostatt 31 ár síðani Henrikka byrjaði á býarbókasavninum í Vági, og eisini 31 ár síðan Henrikka tók yvir bókasavnið eftir Allu, mammu sína, sum tók yvir bókasavnið eftir Palla í Tøðuni, pápa Henrikku, miðskeiðis í 1970unum.

So sigur man bókasavnið í Vági, so slepst ikki undan at hugsa Henrikku, Allu og Palla í Tøðuni.

Umframt Henrikku, so hevur Páll, maður Henrikku, havt um hendi roknskapin hjá bókasavninum frá tí Henrikka tók yvir í 1983 inntil fyri umleið 2 árum síðani.

So lítið er at ivast í, at bókasavnið í Vági liggur Henrikku og familjuni nær hjartanum.

 

Eg minnist væl, tá eg sum óviti brúkti bókasavnið í Gamla skúla. Hetta hevur helst verið um tað mundi, tá Henrikka tók yvir, men meini eisini, at eg minnist Allu í bókasavninum í Gamla skúla – sum tá virkaði øgiliga stórur.

Bókasavnið flutti við ný- og umbyggingini av Vágs skúla út í nýggja skúlan og hevur hildið til í eystara enda á ovastu hædd síðan tá.

Hølisumstøðurnar í nýggja skúla kunnu ikki samanberast við umstøðurnar í Gamla skúla – har vóru framstigini heilt stór. Men í mun til placeringina vestur í Gamla skúla, við høvuðsvegin, har fólk duttu inn í forbí fartini, so haldið eg onkursvegna, at man kann siga, at bókasavnið á 3. hædd í Vágs skúla ikki hevur fingið tað vitjan, sum savnið hevur uppiborið.

Tí bókasavnið í Vági er eitt ríkt bókasavn.Eitt bókasavn sum øll árini hevur verið ríkað og rikið við kønari hond.

Henrikka er sum fáur nærløgd í sínum arbeiðið – og tey, sum skulu lyfta arvin eftir hana, fáa stóra byrðu at lyfta.

Blíða lyndið á Henrikku hevur verið ein partur av eyðkenninum við bókasavninum. Tú verður altíð møttur við einum smíli og móttikin við góðum hugnaligum práti, og fær altíð góða hjálp at finna røttu bókina – er bókin ikki á staðnum, so er tað onki problem, tí hon skaffast skjótt aðrastaðni úr landinum.

Øll árini hevur Henrikka havt stóran áhuga fyri lokalu søguni. Henrikka hevur savnað uppí mappur av gomlum myndum, og hevur eisini tolin klipt út úr øllum avísum og bløðum greinar, tíðindastubbar, lesarabrøv og heilsanir, sum onkursvegna hava tilknýtið til Vág og vágbingar. Hesin dýrgripur er allur tøkur á bókasavninum – og Henrikka hevur eisini trúføst ár um ár ríkað okum við framsýning, har partar av myndunum og avís útklippunum hava verið sýnd fram.

Eisini á hesum økinum verður stór uppgáva at lofta eftir Henrikku.

 

Hóast Henrikka nú fer frá vegna aldur, so hevur hon lovað at taka eina hond í og leiðbeina teimum, sum koma í hennara stað, nú okur í summar fara at flyta býarbókasavnið vestur í gamla Posthús.

Eg veit at Henrikka gleðist saman við okkum um at bókasavnið nú í summar fær enn betri umstøður og eina so sentrala placering í miðbýnum. Hetta fer at føra við sær heilt aðra ferðslu inn og út av bókasavninum, og heilt aðrar møguleikar fyri bæði starvsfólk og brúkarar.

Og hóast maður kemur í mans stað – og uppgávurnar uttan iva fara at verða loystar til fulnar – so veit eg, at tað stundum eisini fer at verða saknur í Henrikku handan diskin í bókasavninum.

Henrikka – eg skal vegna Vágs kommunu takka tær fyri trúgva og góða tænastu – og vil eisini ynskja tær og tykkum blíðan byr í framtíðini.

 

Dennis Holm, borgarstjóri

Last modified: 21. oktober 2014