Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Tak lagt á nýggja næmingabústaðin

28. marts 2020

Hóast stórir partar av samfelagnum eru ávirkaðir av átøkunum, sum eru sett í verk fyri at fyribyrgja corona-smittu, so er framdrift í fleiri spennandi verkætlanum í Vágs kommunu, ikki minst í byggingini av nýggja næmingabústaðnum til Ítróttaháskúlan.

Seinastu dagarnir hava handverkarar hjá Norcon í Vági, sum stendur fyri byggingini av næmingabústaðnum, arbeitt við leggja tak á. Og nú hesin vakri leygardagurin er farin at halla, eru teir eisini komnir á mál við takinum á næmingabústaðnum.

Myndirnar vóru tiknar í morgun.

Last modified: 28. marts 2020