Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vatnveiting

Gjogvara

Vágs kommuna leggur stóran dent á, at veita borgarum og fyristøkum sóttreinsað vatn.

Í kommununi eru tvey reinsiverk (eystara og vestara) Vestara reinsiverk veitir sóttreinsað vatn til flest øll húsarhald í kommununi.

Á reinsiverkunum verður vatnið fyrst leitt gjøgnum sandfiltur, síðani verður tað UV-strálað. 

Dagligt eftirlit er við vatnreinsiverkunum.

Fyri at tryggja okkum at vatnið lýkur ásett góðskukrøv, verða vatnroyndir tiknar aftir avtalu við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Hesar vatnroyndir blíva tiknar eftir, at vatnið er sóttreinsað. Royndirnar verða sendar víðari til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum kannar vatnið fyri kemiskan og bakteriologiskan reinleika.

Úrslitið verður sent aftur til Teknisku deild hjá Vágs kommunu. Úrslitini av vatnroyndunum kunnu síggjast her.

Um vatnið ikki lýkur ásettu krøvini, verður borgarin kunnaður.