Arbeiðið við at gera nýggja tænastudepilin í miðbýnum í Vági lidnan gongur gott.
Seinasta hálva árið hevur verið arbeitt miðvíst við at gera nýggja tænastudepilin í miðbýnum í Vági kláran. Í vikuni hava arbeiðsmenn hjá Vágs kommunu sett í nýggj vindeygu í fasaduna út ímóti høvuðsvegnum.
Innan eru tær stóru umvælingarnar gjørdar, rúm og veggir eru gjørdir av nýggjum. Innan skulu nakrir snøklar gerast afturat, áðrenn farast kann undir at fáa innbúgv í húsið.
Nýggi tænastudeplinum í miðbýnum í Vági kemur at húsa býarbókasavninum og kunningarstovuni í Vági.
Last modified: 20. oktober 2014