Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Tað skal verða enn betur at koma til aldurs í Vágs kommunu

22. oktober 2014

eldrifólk

Vágs kommuna fer undir at skipa eldraátøk.

Seinastu árini hevur Vágs kommuna uppraðfest tilboð til børn og ung og til barnafamiljur í Vágs kommunu. Og nú verður farið undir skipaði eldraátøk í Vágs kommunu, soleiðis at eldru borgarar føla seg enn betur í kommununi, og hava kenslu av, at í Vágs kommunu er gott at koma til aldurs.

Eldraátøkini byrjað við at Vágs kommuna leygardagin 25. oktober 2014 kl. 10 bjóðar borgarum, sum eru 65 ár og eldri, til morgunmat í Framtíðini í Vági.

Í samband við morgunmatin verður greitt frá, hvussu ætlanin er at skipa eldraátøk í Vágs kommunu.

Í stuttum er talan um at skipa eina røð av átøkum innan trivnað, innan rørslu og venjing, og um átøk og tilboð um frálæru innan ymisk øki.

Talan verður um bæði nýggj átøk og tilboð, og um kunning og samskipan av teimum nógvu tilboðunum, sum feløg, stovnar og sjálvboðin longu frammanundan skipa fyri eldra ættarliðið í Vágs kommunu.

Eldraátøkini eru skipaði út frá grundhugsanini um, at í Vágs kommunu taka vit okkum í felag væl av okkara eldru – og tað skal verða enn betur at koma til aldurs í Vágs kommunu.

 

Last modified: 23. oktober 2014