Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Tað kostar at marknaðarføra seg

29. september 2014

Portofvagur

Seinastu dagarnir hevur verið ávíst fjølmiðlafokus á útreiðslurnar, sum føroyskar kommunur hava havt í samband við luttøku á oljumessuni í Stavanger í august.

Vágs kommuna luttók á oljumessuni í Stavanger í ár, á oljumessuni í Aberdeen í fjør, og á oljumessuni í Stavanger í 2012. Endamálið er eittans: At virka fyri at Vágs Havn kann fáa ein leiklut í oljuvinnuhøpi.

At marknaðarføra seg og luttaka á oljumessum kostar sjálvsagt pengar.

Umframt ferðaútreiðslur og luttøkugjald á oljumessuni í Stavanger, er eisini gisting, sum orsaka av stórum eftirspurningi eftir hotelplássum í Stavanger (oljumessan í Stavanger er ein av heimsins størstu messum) er væl hægri enn vanligt.

Vinnuhúsið samskipaði gistingina hjá føroyska ferðalagnum í Stavanger. Vágs kommuna hevði umbiðið trý kømur, men fekk bara tríggjar íbúðir (íbúðir við 1 sovikamari í hvørjari íbúð). Í august heitti Myhrgarden í Stavanger á Vágs kommunu um at skifta frá trimum íbúðum til eina størri íbúð við 4 sovikømrum (uml. 2,5 x 3,0 metrar hvørt), uttan at hetta skuldi ávirkaði kostnaðin. Hetta varð gjørt og kostaði íbúðirnar tað sama fyri allir luttakarar í ferðalagnum. Leggjast kann afturat, at umframt tey trý umboðini hjá Vágs kommunu, gisti eisini eitt umboð frá Faroe Ship í hesari íbúðini.

Tá umræður tænastuferðir, so eru greiðar reglur fyri hvussu starvsfólk hjá Vágs kommunu á tænastuferð skulu hava dag- og fundarpengar. Borgarstjórin fær tó ikki fundarpengar.

Ferðin hjá umboðnum hjá Vágs kommunu byrjaði í Vági sunnumorgun 24. august kl. 8, hóast flogfarið ikki skuldi flúgva fyrr enn kl. 16.35 sunnudag. Og endaði í Vági fríggjadag 29. august kl. 15.30.

Flogfarið úr Stavanger lendi í Vágum kl. 22 tórskvøldið 28. august, men Smyril sigldi ikki suður fyrr enn kl. 13 fríggjadagin 29. august, so neyðugt var at liggja eyka nátt á hotelli í Havn.

Sum liður í luttøkuni á messuni, varð eisini framleitt kunningartilfar, sum varð prentað. Hetta tilfar kostaði nakað í prentkostnaði. Innihald og uppsetan varð fyriskipað og gjørt á kommunuskrivstovuni í Vági.

Tilsamans kostaði oljumessan í Stavanger umleið 125.000 kr. (hetta er áleið sama upphædd, sum oljumessan í Aberdeen í 2013 kostaði).

Um hesar 125.000 kr. eru væl brúktar ella ikki, er upp til tann einstaka at meta um.

Í Stavanger hevði Vágs kommuna / Vágs Havn týðandi fundir við lyklafólk í oljufeløgum; í feløgum, sum eru fyristøðufeløg á oljuboringum; og í feløgum, sum hava oljuútgerðarhavnir. Alt fundir, sum vóru fyrireikaðir á heysti í 2013 og á vári / sumri í 2014. Harumframt vórðu á messuni eisini knýtt nýggj sambond, sum kunnu hava týdning fyri leiklutin hjá Vágs Havn í oljuvinnuhøpi.

Talan var sostatt ikki um ein stuttleika-túr, men tvørtur ímóti um hart arbeiði, bæði áðrenn messuna, meðan messan var, og í vikunum eftir messuna.

Skal Vágs Havn fáa lut í oljuvinnuni, so er neyðugt at møta upp á slíkum messum.

Fara tær 125.000 kr. at geva avkast?

Ja, tað kann bara framtíðin geva svar uppá. Eitt er tó heilt greitt, verða ongir pengar brúktir uppá at marknaðarføra Vágs Havn í oljuvinnuhøpi, so verður við vissu onki oljuvirksemi á Vágsfirði.

Hetta býráðið er, eins og undanfarna býráð, av teirri sannføring, at tað er rætt at brúka tíð, orku og peningar uppá at virka fyri, at Vágs Havn kann fáa ein virknan leiklut í oljuvinnuni.

Niðanfyri er yvirlit yvir útreiðslur hjá Vágs kommunu (sum eisini varð sent Kringvarpi Føroya) í samband við oljumessuna í Stavanger 2014.

Oljumessan í Stavanger
Gisting (Stavanger og Tórshavn)

34.910,75

Flogferðir

11.142,00

Básaluttøka

35.000,00

Dagpengar, fundarpengar, ferðaútreiðslur í Stavanger og í Føroyum

29.049,20

Lýsingartilfar

15.602,00

Tilsamans

125.703,95

 

Dennis Holm, borgarstjóri

Last modified: 29. marts 2017