Hetta fram til jóla, er Svend Erik Stenberg listafólkið, ið sýnir fram í Miðlatúni.
Svend Erik Stenberg er lokalur listamaður, sum seinastu nógvu árini hevur málað. Svend Erik hevur tó ikki gjørt nógv burturúr at luttaka á framsýningum, tí fyrsta framsýningin hann var við, var á jóansøku fyri 2 árum síðani.
Sera vøkru málningarnar hjá Svend Erik eru til sølu, so tað er at støkka inn á gólvið í Miðlatúni, kanska er hetta júst jólagávan, tú leitar eftir.
Last modified: 6. december 2016