Umboð fyri Dansk Olympisk Komite og Dansk Idrætsforbund hava váttað fyri Svimjisamband Føroya, at svimjistevnan SuSvim Open, sum SuSvim skipar fyri í Páls høll í døgunum 10. og 11. apríl, verður úttøkustevna til Olympisku Leikirnir í summar. Olympisku Leikirnir verða í Tokyo í ár. Váttanin frá Dansk Olympisk Komite og Dansk Idrætsforbund kemur eftir at altjóða svimjisambandi, FINA, hevur góðkent SuSvim Open sum OL-úttøkustevnu.
Hetta er stórur dagur fyri føroyska svimjing, at vit fyri fyrstu ferð í søguni fara at hava eina svimjistevnu í Føroyum, har føroyskir svimjarar kunnu royna eftir kravtíð til Olympisku Leikir. Vit hava nú arbeitt fram ímóti hesum í rættiliga nógv ár, og verður tað vónandi ein fastur táttur framyvir. Sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisamband Føroya.
Kelda: ssf.fo
Last modified: 3. marts 2021