Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Summarferiuavloysari til Miðlatún

21. juni 2017

Vit sóknast eftir summarferiuavloysara til Miðlatún, ið hýsir Býarbókasavni, Fjarlerstrardepli og Visit Suðuroy í viku 28, 29 og 30, frá 10. juli til 28. juli 2017.

Visit Suðuroy veitir tænastu til bæði borgarar í Vágs kommunu  og Suðuroynni sum heild. Hetta verður seg at svara spurningum og veita kunning, søla av ymsum slag og ikki minst at samskipa bæði smærri og størri tiltøk í Vági og Suðuroynni

Harafturat er Visit Suðuroy staðið, har ferðafólkini venda sær, og tí er neyðugt at hava eina breiða vitan um hvat hendir, og hvørjir møguleikar eru í Suðuroynni

Býarbókasavnið finnur, lænir út og tekur inn aftur tilfar (bøkur, ljóðbøkur, tíðarrit o.a.) fyri lánarar umvegis eina felags telduskipan. Vit samstarva við bókasøvn í Føroyum

 

Arbeiðsuppgávurnar:

  • At veita kunning um teir spurningar, ið koma fyri bæði umvegis diskin, í tlf. og teldupost
  • Vegleiða tey ferðandi um hvussu tey ferðast í Suðuroynni/Føroyum, og hvørji støð tey kunnu vitja
  • Dagføra heimasíðurnar, vit umsita, og somuleiðis gera yvirlit yvir tiltøk til tey vitjandi
  • Selja útferðir og gistingar til bæði føroysk og útlendsk ferðafólk
  • Skráseta nýtt tilfar og nýggjar lánarar hjá Býarbókasavninum
  • Seta tilfar uppá pláss 
  • Svara fyrispurningum til Fjarlestrardepilin

 

Vit vænta av tær:

  • Tú megnar sjálv/ur at nema tær kunning til ferðafólkini, ið koma til Suðuroyar og Føroyar annars
  • Tú dugir at samskifta á enskum og norðurlendskum. Onnur mál eru eisini sera hent at duga
  • Tú hevur góðan teldukunnleika
  • Tú ert fryntlig/ur og fyrikomandi
  • Tú hevur góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta við viðskiftafólk
  • Tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • Klárar at hava nógvar bóltar í luftini í senn

 

Vit bjóða tær:

Arbeiðsdagarnir í Miðlatúni um summarið eru sera lívligir, og í ymsu starvsøkjunum fært tú samband við fólk úr ymsum londum, lærir um hvat tey søkja og somuleiðis lærir tú eisini okkurt nýtt um londini, ið tey koma frá.

 

Løn:

Starvið verður tímalønt samsvarandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og avvarðandi felag.

 

Umsóknir og freist

Umsóknin saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi 5. juli 2017 kl. 12.00.

 

Umsóknin skal sendast til:

VÁGS KOMMUNU

Vágsvegur 30

FO-900 VÁGUR

ella: vagur@vagur.fo

Last modified: 21. juni 2017