Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Suðuroyggin eitt læknadømi frá 1. des. 2014

27. november 2014

Suduroy-eitt-laknadomi-11-2014 (8)

Dennis Holm, borgarstjóri fluttu fram røðu í smb. við undirskriving av avtalu um eitt læknadømi í Suðuroy.

Góðu heilsustarvsfólk, landsstýrismaðurin í Heilsumálum við fylgi, borgarstjórar og kommunustýrislimir

Tað er ein stór avbjóðing í samfelagnum sum heild, at tillaga almennar tænastur og tilboð kring landið í mun til tær broytingar sum fara fram í samfelagnum.

Og broytingarnar í samfelagnum eru jú stórar.

Broytingar eru í fólkatalinum og – í mun til heilsuverkið – eru eisini broytingar í aldurssamansetingini í fólkatalinum. Tað eru farnar fram stórar broytingar í okkara livimáta, kosti og rørslu. Broytingarnar í okkara arbeiðslívi og gerandisdegi í dag samanborið við fyrr eru eisini stórar.

Sum heild er okkara liviháttur broyttur nógv í tí modernaða samfelagnum.

Hetta eru alt broytingar, sum onkursvegna ávirka hvør tørvurin er á tænastum og tilboðum hjá borgarar í landinum – eisini innan heilsuverkið.

Innan sjálvt heilsuverkið eru eisini farnar fram stórar broytingar. Læknavísindin er og verður støðugt ment. Nýggjar viðgerðir og nýggjar loysnir til brúkaran verða støðugt mentar. Harumframt er eisini neyðugt við nýggj tilboðum og tænastum, sum hava stóran týdning fyri okkara lívskvalititet í gerandisdegnum. Í nógvum førum er eisini neyðugt, at tær ymisku tænasturnar innan heilsuverkið eru í framhald av hvørjum øðrum – og virka sum ein heildartænasta, tí kann eisini gerast neyðugt at tillaga verandi skipanir.

Kommunulæknaskipanin í Suðuroynni hevur verið høvuðsgrundarlag undir heilsutænastuni til borgarar í Suðuroynni. Men tað er eisini greitt, at hendan skipan er neyvt tengd at um kommunulæknastørvini eru mannaði. -Og kenna okur í Suðuroynni væl til avbjóðingarnar sum hava verið í teimum tíðum, tá kommunulæknastørvini ikki hava verið fast mannaði. Eitt av endamálunum við broytingini í heilsuskipanini í Suðuroynni, frá tveimum til eitt læknadømi, er at styrkja tænastuna til borgaran, samstundis sum at arbeiðslívi hjá kommunulæknunum gerst betri.

Ein samskipan av tilboðunum og orkuni innan heilsuøkið í Suðuroynni kann eisini virka við til, at tænastan til borgaran gerst uppaftur betur. Lagt er upp til, at fleiri fakbólkar koma at virka og samstarva á báðum heilsueindunum í Suðuroynni, her á Heilsumiðstøðini í Vági og á Tvøroyri.

Greitt er, at hetta fer at krevja nógv av starvsfólkunum innan heilsuøkið í Suðuroynni. Men verða allir statiónir mannaðar og arbeiðsinnsatsturin og tænastan málrættað, so er sterkt grundarlag fyri at ein tillaging av verandi skipan av heilsuøkinum í Suðuroynni, kann eydnast væl – starvsfólkum og brúkarum at frama.

Eg vil ynskja tykkum øllum góða eydnu í tí framhaldandi arbeiðinum, sum skal gerast, nú Suðuroyggin verður eitt læknadømi frá 1. desember 2014.

 

Takk fyri

Last modified: 27. november 2014