Søkt verður eftir starvsfólki til stuðulsarbeiði 20 tímar um vikuna, í eitt tíðaravmarkað starv, at arbeiða heima hjá barnafamiljum og at stuðla børnum og ungfólki.
Arbeiði er í tøttum samstarvi við barnaverndartænastuna og onnur fakfólk. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, um dagin og tíðliga á kvøldið, lagað til tørvin hjá familjunum.
Søkt verður eftir fólki sum:
Dugir væl at samstarva og samskifta
Kann virka fyri, at foreldrini fáa neyðugan stuðul til foreldrauppgávuna
Kann hjálpa børnum at fáa ein tryggan, mennandi og skipaðan gerandisdag
Førleikar:
Helst útbúgving sum námsfrøðingur ella aðra viðkomandi útbúgving, ella viðkomandi royndir.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett skjótast gjørligt, og er tíðaravmarkað til tríggir mánaðir, við møguleika fyri, at tað verður longt. Løn sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Umsóknir
Skrivlig umsókn við prógvum, CV, viðmælum v.m. skal sendast til:
Suðuroyar Barnaverndartænasta
Tvørávegur 37
Postboks 104
800 Tvøroyri
ella:
barnavernd@tvoroyri.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 5. januar kl. 12.00. Viðmerkjast skal “Umsókn stuðul”.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Anniku Jónsveinsdóttir, leiðara, á telefon 611089 ella 229085, ella á teldupost: annika@tvoroyri.fo.
Last modified: 17. december 2015