Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Stórur dagur hjá FC Suðuroy

4. oktober 2014

FCS-04-10-2014-SH (46)

Í dag var ein stórur dagur hjá FC Suðuroy. Bæði 1. deild menn og 2. deild kvinnur vunnu uppflyting í bestu mans- og kvinnudeildina í fótbólti.

Dagurin í dag var ein stórur dagur fyri kvinnurnar á 2. deild hjá FC Suðuroy, sum í stórum stíli vunnu deildina og harvið tryggjaðu sær uppflyting í bestu kvinnudeildina. Dagurin gjørdist eisini stórur fyri 1. deild menn, sum við 3-1 sigrinum á NSÍ tryggjaðu sær uppflyting í bestu mansdeildina í fótbólti.

Fyri venjarar, leiðslu og nevnd hjá FC Suðuroy er hetta ein minningarríkur dagur. Men eisini familjur, fjepparar og viðhaldsfólk í øllum økinum, sum felagið fevnir um, kunnu í dag verða stólt, nú FC Suðuroy komandi kappingarár hevur umboðan í bestu mansdeildini og bestu kvinnudeildini í fótbólti.

Tað hevur stóran týdning at hava success, bæði sum einstaklingur og sum lið. Eisini sum felag hevur tað týdning at hava success. Tá eitt felag sum FC Suðuroy hevur success, so smittar tað av á fólki, sum býr í økinum. Og tað var eisini við stóltleika, at fólk við tilknýti til FC Suðuroy leitaðu sær vestur á Eiðið í kvøld, at heilsa uppá kvinnuliðið og mansliðið, sum hava vunnu sess í bestu fótbóltsdeildirnar í landinum.

Dagurin í dag fer í søgubøkurnar hjá FC Suðuroy, sum ein av góðu døgunum í søgu felagsins.

Eftir dagin í dag, er tað eisini greitt, at tá byrjað verður at skrivað føroysku fótbóltssøguna 2015, eigur FC Suðuroy umboðan í bæði bestu mansdeildini og bestu kvinnudeildini í fótbólti.

Eg skal vegna Vágs Býráð og Vágs kommunu ynskja leikarum, venjarum, nevnd og leiðslu, og viðhaldsfólki hjá FC Suðuroy hjartaliga tillukku við uppflytingini í Effodeildina og 1. deild hjá kvinnum.

 

Dennis Holm, borgarstjóri

Last modified: 4. oktober 2014