Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Stórur áhugi fyri íbúðarætlanin í Vágs kommunu

9. marts 2020

Mánakvøldið var almennur fundur í Vágs Skúla um íbúðarætlan í Vágs kommunu – og útvið 100 fólk høvdu lagt leiðina í skúlahøllina í Vágs Skúla til fundin.

Dennis Holm, borgarstjóri, hevði framløgu um ætlanina og greiddi frá innihaldinum í ætlanini. Ætlanin fevnir um at byggja íbúðir í tveimum ymiskum støðum í Vági: Úti á Stórheyggi og vesturi í Mýrunum (sí eisini myndina niðanfyri).

Talan er um lutaíbúðarætlan, har møguleiki er fyri íbúðum í trimum ymiskum støddum, íbúð við 1 kamari, 2 kømrum og 3 kømrum. Lutaíbúðir eru skipaðar á tann hátt, at luthavarar umframt at rinda innskot í lutaíbúðarfelagið, eisini rinda mánaðarliga leigu.

Borgarstjórin greiddi frá, at húsaleigan fyri íbúð við 3 kømrum væntandi verður umleið 6.700 kr., fyri íbúð við 2 kømrum verður húsaleigan umleið 6.100 kr.r um mánaðin, og fyri íbúð við 1 kamari verður húsaleigan umleið 5.000 kr. um mánaðin. Húsaleigan fevnir tá bæði um leigu, viðlíkahald og el & hita.

Eftir framløguna fingu fólk høvið at seta spurningar og eisini at skriva seg upp til lutaíbúð ella til eldraíbúð, og hetta gjørdu fleiri.

Framløgan frá almenna fundin er her.

Niðanfyri eru nakrar myndir.

Last modified: 9. marts 2020