Leygardagin 30. apríl 2016 verður árligi ruddingardagurin í Vágs kommunu.
Dagurin byrjar við morgunmati í Framtíðini, sum verður frá kl. 8.30 til kl. 9.00.
So verður farið at rudda. Í Framtíðini eru ruskposar, sum fólk kunnu taka við sær, tá farið verður at rudda.
Ruddingin verður skipað kring allan býin og lagt er upp til, at fólk í ymisku býlingunum rudda í egnum nærumhvørvi.
Ruddingardagin fara okur at taka upp tað, sum liggur runt í kommununi. Hetta merkir eisini, at ruddingardagurin ikki er ætlaður sum eitt høvið hjá fólki at tøma kjallarar, hjallar og annað.
Ruddað verður fram til middags, og tá suppa verður bjóðað í Framtíðini.
Stór og smá, fríðkið Vág !
Øll eru hjartaliga vælkomin at taka eina hond í at fríðka, nú summarið nærkast.
Last modified: 26. april 2016