Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Stór móttøka av heimsmeistaranum

4. marts 2015

2015-03-03 Mottoka Danjal Martin (1)

Hundraðtals fólk úr allari Suðuroynni høvdu leitað sær í VB-húsið seinnapartin týsdagin 3. mars at taka ímóti heimsmeistaranum í inniróðri Danjal Martin Hofgaard.

Dennis Holm, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og flutti fram heiðursrøðu til Danjal Martin. Eydis Kjærbo, varaborgarstjóri flutti eisini fram røðu og handaði Danjal Martin gávu frá Vágs Kommunu. Harumframt nýttu fleiri høvið at siga nøkur orð og handa Danjal Martin gávu.

Røðurnar hjá Dennis Holm, borgarstjóra, og Eydis Kjærbo, varaborgarstjóra, eru niðanfyri.

***

Góði Danjal Martin

Enn eina ferð hjartaliga tillukku við stóra bragdinum í Boston sunnudagin.

Eg haldi, at okur eru fleiri, sum ikki heilt hava fatað hvussu stórt bragd tú framdi sunnudagin í Boston. Men soleiðis er tað jú við stórum brøgdum. Tað gongur ein løta áðrenn okur fata júst hvat hendi og kunnu seta tað í perspektiv, soleiðis eisini við hesum bragdinum hjá tær.

Fyri Føroyar, Suðuroynna og ikki minst okum her í Vági hevur tað so ómetaliga stóran týdning, at okur hava ítróttarfólk, sum eru fyrimyndir fyri okkara ungdóm, sum eru fyrimyndir fyri okkum øll. At okur hava ítróttarfólk, sum tora at seta sær risa stór mál og røkka teimum. At okur hava ítróttarfólk, sum slóða undan og vísa vegin fram á leið.

Tá hesi ítróttarfólk so eisini røkka upp á allar allar ovastu tindar úti í heimi, í heimsmeistarakapping við ítróttarfólk úr øllum heiminum, so letur tað eisini upp nýggjar dyrð fyri okkara ungu – loyvir okkara ungu at droyma enn størri dreymar, og gera tað “lógligt” at droyma um at gerast best í heiminum.

Hetta var júst, sum Danjal Martin prógvaði sunnudagin, tá Danjal Martin eftir miðvíst hart arbeiðið í fleiri ár, rakk einum av sínum dreymamálum og gjørdist heimsmeistari í inniróðri.

Eg havi á síðulinjuni fylgt við tilgongdini hjá Danjal Martin fram móti heimsmeistarakappingina í Boston. Stórur vilji og miðvís venjing er løgd í tilgongdina, har Danjal Martin eisini hevur fingið ráðgeving og leiðbeining frá fleirfaldum donskum olympiskum og heimmeistara í kappróðri.

Sjálvt um Danjal Martin hevur útstrálaði, at hann var væl fyri og at hann hevði vónir um at tað fór at ganga nokk so gott, so haldi eg ikki, at hann hevur gjørt so nógv um seg á tí frontinum. Heldur enn at tosa um, at hann ætlaði hetta og hatta, so haldi eg, at hann er typan, sum vísir tað í verki – og tað gjørdi hann so dyggiliga, tá hann setti allar kappingarneytar uppá pláss í Boston sunnudagin og gjørdist heimsmeistari.

Danjal Martin okur eru so ómetaliga stólt av tær og tí fantastiska úrslitinum við HM í innróðri. Kenslan av at í Vági eigur ein heimsmeistari heima, hon er stór og hon er heilt ómetaliga góð!

Enn eina ferð hjartaliga tillukku og bestu eydnu í framtíðini.

 

Dennis Holm, borgarstjóri

***

 

Góði, fitti , raski Dánjal Martin

Vegna mentunarnevndina hjá Vágs Kommunu skal ynskja tær hjartaliga tillukku við heimsmeistarheitinum í innrógving.

Haldi ikki at eg og onnur vanlig fólk, skilja hvussi stórt hetta er.

At ein ungur drongur úr Vági, kann fara yvir til Boston, í allari stillheit , og gerast heimsmeistari.

Tað er ómetaliga stórt.

Tað var so gott at vakna í gjáramorgun og vita, at enn einaferð hevði ein av okkara ungu, sett okkum áleið 1400 fólk í Vági, á heimskortið.

Tað liggur nógv strev og stríð, og ikki minst, nógvir tímar, aftan fyri eitt slíkt avrik .

Og nú er tú eisini ein fyrimynd fyir okkara ungdóm, tey síggja upp til tin og siga :”Har gongur Dánjal Martin og hann er heimsmeistari “

Nú eri eg og fleiri við mær, so sera spent at fylgja tær og hinum umborð á Tofta Regin í summar. Vónandi fáa tit nógv góð úrslit og ogur øll , nógv at feira í summar.

Góði Dánjal Marin , enn eri menn, og tú ert so sannuliga ein av teimum.

Enn einaferð , hjartaliga tillukku og øll góð ynskir til tín og tíni.

Og til seinast vil eg handa tær eina gávur frá Vágs Kommunu. Vónandi kann hon vera ein hjálp hjá tær, nú tú byrjar at venja fram ímóti nýggjum málum.

 

Eydis Kjærbo, varaborgarstjóri

 

2015-03-03 Mottoka Danjal Martin (3)

Last modified: 4. marts 2015