Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Starvsfólk til Vágs kommunu

18. december 2013

Vagsfjordur

Søkt verður eftir einum starvsfólki / umsjónarfólki til Teknisku deild hjá Vágs kommunu.

Arbeiðsuppgávur:
Starvsfólkið kemur at vísa til Tekniska leiðarin og kemur m.a. at hava umsjón við ognum hjá Vágs kommunu.

Førleikar:
Tann, ið settur verður eigur at hava góð samstarvsevnir og verða røkin. -Somuleiðis at verða áhugaður í at arbeiða millum nógv ymisk fólk.

Tað kann verða ein fyrimunur um umsøkjarin hevur onkra handverkaraútbúgving, men ikki eitt krav.

Eginleikar:
Arbeiðið inniber nógv dagligt samskifti við ymisk fólk, tí er tað týdningarmikið, at tann í sett/ur verður er fyrikomandi og dugur væl við fólki.

Setanarviðurskifti:
Starvið er fulltíðarstarv við skiftandi arbeiðstíðum.
Lønar og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn og umsóknarfreist:
Skrivlig umsókn við prógvum, viðmælum og frágreiðing um arbeiðsroyndir skulu sendast til:

Vágs kommunu
Vágsvegur 30
FO-900 Vágur
Viðm. Starvsfólk til Teknisku deild

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknirnar skulu verða Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi 6. Januar 2014 kl. 12.00.

Vágs kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta.

Um ivamál ella spurningar eru, vinarliga setið tykkum í samband við Petry Joensen á tlf. 733008 ella petry@vagur.fo

 

Last modified: 18. december 2013