Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Starvsfólk til Vágs kommunu/Páls Høll

16. september 2020

Søkt verður eftir fólki at starvast í Páls Høll sum lívbjargarar og reingerðar-/avgreiðslufólk.

Talan er um eitt fast starv sum lívbjargari 24 tímar um vikuna. Og eitt tímalønt starv sum reingerðar-/avgreiðslufólk.

Eisini verður søkt eftir einum føstum avloysara til reingerð.

 

Starvsuppgávurnar eri m.a.

  • Standa fyri trygdini í hylinum sum lívbjargari, um ein ikki hevur lívbjargararoynd, verður skipað fyri lívbjargararoyndini á staðnum
  • Hava ábyrgdina av dagligu reingerðini í Páls Høll
  • Avgreiða kundar og ymiska sølu
  • Fáast við ymisk tiltøk, ið verða fyriskipaði í Páls Høll

Sum starvsfólk í Páls Høll verður tú partur av einum toymi, ið stendur fyri trygdini, reingerð og kundarøkt.

Arbeiðstíðirnar eri skiftandi dagliga og í vikuskiftinum.

 

Førleikar tínir:

Tú skal duga væl at svimja, kunna standa lívbjargara-royndina, hava telduførleikar og duga at gera reint.

 

Tú skalt eisini

  • vera fyrikomandi
  • duga væl at samstarva
  • vísa arbeiðssemi og nærlagni
  • hava hug og hegni at samskifta og at vegleiða kundum
  • kunna arbeiða sjálvstøðugt

 

Løn og setanartreytir

Lívbjargarastarvið eri tímalønt eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, lønarflokkur 2.

 

Umsókn

Skal sendast til vagur@vagur.fo saman við avritum av prógvum, arbeiðsroyndum, viðmælum o.ø í seinasta lagi 25. september 2020 klokkan 12.

Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Jens Petur Brattalíð tlf 781000 ella Petry Joensen 733008.

 

Last modified: 16. september 2020