Søkt verður eftir einum fólki at starvast hjá Vágs kommunu á hallarøkinum (Páls Høll, Marghøllin og Vágs Eiðið).
Talan er um eitt fast starv 39 tímar um vikuna, við føstum arbeiðstíðum mánadag til fríggjadag.
Starvsuppgávurnar eri m.a.
- Standa fyri trygdini í hylinum sum lívbjargari, um ein ikki hevur lívbjargararoynd, verður skipað fyri lívbjargararoyndini á staðnum.
- Dagligu reingerðini í hallunum
- Avgreiða kundar og ymiska sølu
- Fáast við ymisk tiltøk, ið verða fyriskipaði
Sum starvsfólk í hallunum verður tú partur av einum toymi, ið stendur fyri trygdini, reingerð og kundarøkt.
Førleikar tínir:
Tú skal duga væl at svimja, kunna standa lívbjargara-royndina, hava telduførleikar og duga at gera reint.
Tú skalt eisini
- vera fyrikomandi og tænastusinnað/-ur
- duga væl at samstarva
- vísa arbeiðssemi og nærlagni
- hava hug og hegni at samskifta og at vegleiða kundum
- kunna arbeiða sjálvstøðugt
Løn og setanartreytir
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, lønarflokkur 2.
Umsókn
Skal sendast til vagur@vagur.fo saman við avritum av prógvum, arbeiðsroyndum, viðmælum o.ø í seinasta lagi 5. oktober 2020 klokkan 12.
Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Jens Petur Brattalíð tlf 781000 ella Petry Joensen 733008.
Last modified: 28. september 2020