Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Starvsfólk til ungdómstilboð í Vágs kommunu

18. december 2013

OLYMPUS DIGITAL CAMERA

Vágs kommuna hevur gjørt av, at fara undir eina royndarskipan við ungdómstilboð í Vági frá 1. februar 2014 til 1. mai 2014.

Kommunan søkir tí eftir einum fólki 20 tímar um vikuna, til eitt tíðaravmarkað starv.
Arbeiðstíðirnar verða í høvuðsheitinum seinnapartar og kvøld.

Persónurin, sum settur verður, kemur saman við kommununi at skapa karmar og innihaldið í ungdómstilboðnum.

Starvsfólkið skal ganga hesum avbjóðingum á møti, og:

– hava áhuga og vera opin fyri einum fjølbroyttum gerandisdegi
– dáma væl at arbeiða við børnum og ungum, skapa tryggleika hjá børnum og ungum, og hava virðing og umsorgan fyri tí einstaka
– kunna arbeiða sjálvstøðugt og duga væl at samskifta

Tá ið royndartíðin er úti, skal starvsfólkið gera eina skrivliga eftirmeting av royndarskipanini.

Umsókn og umsóknarfreist
Skrivlig umsókn, við møguligum prógvum og viðmælum, skal sendast til:

Vágs Kommunu,
Vágsvegur 30, 900
Vágur
Viðm. Starvsfólk til ungdómstilboð

Umsóknir skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi hin 6. januar 2014 kl. 12.00.

Um ivamál ella spurningar eru, vinarliga setið tykkum í samband við Petry Joensen á tlf. 733008 ella petry@vagur.fo

 

Tilvildarlig mynd

 

Last modified: 18. december 2013