Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Starvsfólk til tilboðið í Billardhúsinum

16. oktober 2014

Ungdómshúsið

Starvsfólk til tilboðið í Billardhúsinum, ið er tilboðið til børn og ung í Vágs kommunu

Søkt verður eftir einum starvsfólki 20 tímar um vikuna, til skipanina fyri børn og ung hjá Vágs kommunu, at byrja skjótast tilber.

Starvsfólkið kemur í fyrstu syftu at verða knýtt at tilboðum sum Vágs kommuna skipar fyri størri børn og ung í Billiardhúsinum.

Billiardhúsið er eitt kommunalt frítíðartilboð, har størri børn kunnu fara eftir skúlatíð og um kvøldið. Billiardhúsið fer at bjóða sínum brúkarum eitt tilboð við tiltøkum og aktivitetum av ymiskum slag, men er eisini eitt frístað í gerandisdegnum, har børnini og ungu kunnu koma og hugna sær saman við øðrum og práta, lesa, spæla, hvíla seg og annars tað, ið tey hava brúk fyri undir tryggum umstøðum, saman við starvsfólki, ið hava viðkomandi vitan og royndir við børnum og ungum.

 

Vit ynskja okkum eitt starvsfólk, ið:

  • Er løtt/lættur at verða saman við
  • Hevur eitt opið og jaligt menniskjasýn
  • Dugur at leggja til rættis
  • Forvitin og sær møguleikar fram um forðingar
  • Hevur hug at skapa ymiskt saman við børnunum og teimum ungu
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt eins og saman við øðrum

 

Lønarviðurskifti:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og avvarðandi fakfelag.

 

Meir at vita
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Alice Simonsen, leiðara, á tlf. 733010.

 

Umsókn og freist
Skrivlig umsókn saman við møguligum viðmælum og upplýsing um útbúgving og royndum skal verða Vágs kommunu, Vágsvegur 30, FO-900 Vágur í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 31. oktober 2014 kl. 12.00.

 

 

Last modified: 20. oktober 2014